Vegleiðingar
Vegleiðing til stílskriving
Skriva við skriftini ”Times New Roman”
Yvirskrift við stødd 16, og tekstin annars við stødd 12
Reglumillumrúm 1.5 (halvanden linjeafstand)
Reglubrot skulu vísast við dupultum regluskifti
Breddin skal vera líka í høgru og vinstru síðu (lige margener)
Breddin skal vera 2,54 cm í høgru síðu og vinstru síðu. Høvd og fótur skulu eisini vera 2,54 cm. Hetta er standarduppseting
Stílurin skal verða goymdur sum PDF, tá ið hann verður latin inn
Stílurin skal latast inn á innlatingarskipanina, sum er á Wiseflow
Vegleiðandi stílalongd
Føroyskt og danskt:
- 8.fl 2400 – 3600 tekn við millumrúmum
- 9.fl 3600 – 4800 tekn við millumrúmum
- 10.fl 4800 – 6000 tekn við millumrúmum
Enskt:
- 8.fl 2000 – 2400 tekn við millumrúmum
- 9.fl 2400 – 3600 tekn við millumrúmum
- 10.fl 3600 – 6000 tekn við millumrúmum
Loyvt er at nýta teldutøkar orðabøkur og rættstavara
Gevið tykkum tíð at rætta stílin væl og virðiliga, so úrslitið gerst so gott sum gjørligt.