Tá veðrið er ringt

Tá veðrið er ringt
Um veturin kemur av og á fyri, at skúlagongdin má avlýsast vegna veður e.a.
Tað er leiðslan, sum tekur støðu saman við busssjaførum hjá skúlaleiðini og/ella at løgregluni, um hon beinleiðis mælir frá at fara út at koyra.
Næmingar skúlans búgva í 15 ymsum bygdum í kommununi og tí er veðrið eisini ógvuliga ymiskt úr staði í stað. Sum útgangsstøði, er tað veðrið á Glyvrum og Runavík, sum avgerð, um vit avlýsa ella ikki.
Hóast SSL avlýsir sínar farleiðir, so er tað ikki vist, at skúlin eisini avlýsir sína skúlagongd. Her verður mælt til, at næmingar, sum ikki kunnu koma í skúla vegna veður, fylgja við á floksins vikuætlan á rks.fo/flokkar.
Um skúlin skal avlýsa, so verður lýst á heimasíðu skúlans RKS.fo og á facebookvanganum "Runavíkar Kommunuskúli - RKS"
Leiðslan