Gongutúrur í Saltangará

Hósdagin 23. aug gingu vit túr framvið húsunum hjá nøkrum av næmingunum, sum búgva í Saltangará. Vit herjaðu á niðan á Norðurhædd, har Jonni vísti okkum hvar hon býr. Glað vóru tey, tá vit vóru komin niðan á, og at nú var bara undanbrekka eftir. Síðani gingu vit oman í Grannatún, har Sæunn greiddi okkum frá um øll rúmini í húsinum, og vit sluppu eisini at hyggja inn ígjøgnum vindeyga í stovuni og køkinum. So fóru vit longur oman á Líknagøtu, har André og Benjamin búgva síð um síð. Anja bjóðaði okkum keks og súrepli. Tað var lekkurt. At enda gingu vit út til húsini hjá Dominik. Síðani fóru vit á spæliplássi á Høgabóli, har vit ótu matpakka og spældu eina góða løtu. Tað var turt og gott veður, inntil vit byrjaðu at ganga innaftur á skúlan. Tá fingu vit øll karm Ein góður túrur og sera fitt børn.

Ongar myndir

Gongutúrur Runavík/Saltangará 30. aug 2018

Hesa ferð gekk túrurin út til marki Runavík/Saltangará. Buss-Pauli koyrdi okkum út til Skúlan við Løkin. Haðani gingu vit niðan á Gerðisveg, har Lýðar og Alek búgva hvørju megin markið. Síðani gingu vit niðan í Smærugøtu, har Haymie býr. At enda tóku vit smølu gøtuna niðan á Leitisveg, har Joan Kristina býr. So fóru vit oman aftur í Skúlan við Løkin. Har ótu vit matpakka og spældu á spæliplássinum har, til vit fóru innaftur á Glyvrar við Jóhan Sigurd. Aftur hesa ferð var veðri av tí besta og Skt gekk uppá stás.