Glyvra skúli

Glyvra skúli
Í Glyvra skúla ganga næmingar frá 0. til og við 3. flokki. Her er eisini ein serstova. Í ár eru næmingarnir 200 í tali.
Hóast Glyvra skúli er nakað slitin, tí hann er bygdur í 1958, og sostatt er elsti skúli í kommununi, so trívast bæði stór og smá sera væl.
Í Glyvra skúla eru seks vanligar skúlastovur. Haraftrat er køkur, serstovur, fimleikahøll, lesiverkstaður, rokniverkstaður og skúlabókasavn.
Nýggjur Glyvra skúli verður bygdur og kemur at standa liðugur í 2032.
Samskifti
Glyvravegur 10
625 Glyvrar
Telefon: 447 331
Teldupost: rks@skulin.fo