Reglugerð
Reglur
- Næmingar skulu møta 10 min., áðrenn royndin byrjar
- Friður skal vera inni í royndarhølinum
- Næmingar skulu ikki samskifta sínámillum í royndarhølinum ella á nakran annan hátt við nakran annan í ella uttanfyri skúlan.
- Telefonirnar skulu sløkkjast og leggjast á innsavningarstað sum lærari ásetur.
- Tað er ikki loyvt at spæla spøl, hyggja at filmi, brúka tekniforrit og lurta eftir tónleiki á telduni
- Næmingar skulu hava loyvi frá lærara, um teir skulu reisa seg upp, t. d. at fara á WC og prenta út
- Í framseting og greiðslurokning kunnu næmingar fara, tá ið ein tími er eftir av royndartíðini
- Næmingar skulu fara til hús, tá ið teir eru lidnir, tó kunnu næmingar úr Oyndarfirði, Hellurnar, Funningsfirði og Elduvík bíða til bussurin koyrir
- Um næmingur ikki heldur seg til galdandi reglur, verður hann burturvístur, og heimið verður kunnað um hetta