Myndasavn

Vitjan av Jákup politisti

Í dag fingu vit vitjan av Jákup Politisti. Hann vísti okkum ein hjálm, sum var brotin. Hjálmin hevði ein drongur átt, og hann bleiv yvirkoyrdur í Streymnesi, men hevði heldigvís hjálmin á. Hendan hjálmin fingu vit sæð í dag. Tað var gott, at drongurin hevði hjálmin á, tá tað hendi. Jákup politistur minti okkum á, at vit altíð kunnu keypa ein nýggjan hjálm, men ikki eitt nýtt høvd. Jákup politistur hevði tvey egg við, tað eina eggi fekk hjálm á og hitt húgvu. Eggi, sum bara var í húgvu brotnaði, tá hann blakaði tað á gólv. Eggi, sum var í hjálmi, var enn heilt, sjálvt um tað bleiv kasta á gólv. Børnini hava fingið ein súkkluhjálm við heim. Ein góður dagur.

Fríggjadagshugni

Fyrsta lesibókin er nú lisin. Tí ótu vit ís og hugdu at Tom og Jerry

Útiskúli 30.08.2024

Á Glyvrabeach ein fríggjadag. Fongurin var góður :)

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur