HEILSUKANNING
 

Sambært lóg um Fyribyrgjandi heilsuskipanir til børn og ung, skal Gigni bjóða øllum skúlanæmingum í Føroyum kanningar, samrøður og undirvísing frá 1. - 9. flokk. Gigni veitir heilsufrøðiligar tænastur til øll børn, ung og familjur í Føroyum við tí endamálið at tryggja børnum og ungum best møguligar fyritreytir fyri einum uppvøkstri og vaksnamannalívi.

 

Við skúlabyrjan

  • Viðtala saman við foreldrunum
     

1.- 4. flokk

  • Sjónkanning, vekt og hædd
  • Uppfylging frá 1. viðtaluni
  • Einstaklingasamrøða, har dentur verður lagdur á trivnað í skúlanum, heima og í frítíðini
  • Bólka- ella floksundirvísing um t.d. kost, rørslu, reinføri, trivnað, vinarlag, ja og nei kenslur, persónlig mørk o.s.fr.
     

5.- 7. flokk

  • Sjónkanning, vekt og hædd, umframt litsjón og hoyrn í 7. flokki
  • Einstaklingasamrøða um t.d. trivnað í skúlanum, heima og í frítiðini
  • Bólka- ella floksundirvísing um t.d. kynsbúning, ja og nei kenslur, persónlig mørk, vinarlag, bólkatrýst, royking, alkohol, o.s.fr.
     

8.- 9. flokk

  • Sjónkanning, evt. vekt og hædd
  • Einstaklingasamrøða um t.d. trivnað í skúlanum, heima og í frítíðini, framtíðarætlanir og møguleikar v.m.
  • Einstaklingavegleiðing eftir tørvi hjá næminginum
  • Bólka- og/ella floksundirvísing um t.d. alkohol, rúsevnir, royking, kynslív, fyribyrging (præventión), kynsjúkur, ja og nei kenslur, persónlig mørk o.s.fr.