Vika 17 - 2024

Mánadagur
22. apríl
Danskt
Vit arbeiða við synopsu í dag og restina av vikuni.
Danskt
Synopsuskjal í donskum:

https://namsaetlanir.fo/fileadmin/09_namsaetlanir/skjoel/folkaskuli/synopsuprovtoekuhatturin/Synopseark_til_dansk_.docx
Týsdagur
23. apríl
Enskt
Lata enskan stíl inn í dag.
Mikudagur
24. apríl
Hósdagur
25. apríl
Flaggdagur
Eg ynski tykkum eitt gott - langt - vikuskiftið! Vit síggjast aftur týsdagin :)
Fríggjadagur
26. apríl
Dýri Biðidagur

Framløguætlan í samfelagsfrøði - dømi 1

Framløguætlan í samfelagsfrøði - dømi 2

Føroysk synopsa - dømi

Synopsuoyðublað - Fø.

Stílar - innlatingar 23/24

Floksins tími

KUNNING
Viðvíkjandi telefonpolitikki skúlans

Við Løkin verður mett neyðugt at tátta í telefonreglurnar.

Lærari, sum hevur flokkin fyrsta tíma um morgunin, savnar telefonirnar í ein kassa, sum verður settur inn á lærarastovuna.

Lærarin, sum hevur næmingarnar síðsta tíma, letur næmingunum telefonirnar aftur eftir loknan tíma.

Telefonirnar skulu verða sløktar ella ljóðleysar, so tær ikki órógva.

Foreldur kunnu ringja til flokslærara ella á skrivstovuna, um tey hava átroðkandi boð.

Um so er, at næmingur ikki heldur telefonreglurnar, so hevur starvsfólk rætt at taka fartelefonir, sum verða brúktar. Telefonirnar verða handaðar skrivstovuni, sum bert letur tær aftur í samráð við foreldur ella onnur avvarðandi.

Góðu foreldur

Ein foreldrabólkur er gjørdur á facebook, sum eitur 8.b við Løkin 2022/2023. Tit eru vælkomin í bólkin. 

Frá felagsforeldrafundinum: 

- foreldraumboð: 

Heidi, mamma Jósef

Trond Martin, pápi Idu-Sofiu

Jona, mamma Jenny. 

 

- Matpakki kann bíleggjast frá matpakki.fo 

- Tá næmingar ikki møta, senda foreldur boð til flokslæraran.

- Gunnleyg er psykoterapeutur á skúlanum, og næmingar hava møguleika at tosað við hana í samráð við foreldrini. Sendi mær boð um tit meta tykkara barn hevur tørv á tí. 

- Kannið um tykkara barn hevur skrivi- og rokniheftir og tað tey hava tørv á í pennahúsanum. 

- Hesa fyrstu tíðina verður tíð brúkt uppá at samansjóðað flokkin. M.a. er floksins tími, onkur hugnaløta, pizzakvøld osv. 

- Møguleiki er at venja blindskrift á teldu inni á: rks - kunning - slóðir 

- 3.oktober verður felags foreldrafundur á skúlanum um orðblindni, har møguleiki m.a. verður at læra seg at brúka cd-orð. Sí kunning á forsíðu skúlans. 

- Stílar í donskum skulu latast inn á Teams. 

Marita Olsen, flokslærari

 

brot - plakat