Kvøld- og ungdómsskúlin

Kvøld- og ungdómsskúlin í Runavíkar kommunu hevur heimasíðu á www.kurk.fo.

Á síðuni eru tey útboð, ið eru til komandi kvøldskúlavetur, sum byrjar eftir heystfrítíðina og endar fyri páskir.

Sum nakað nýtt er tað soleiðis, at tað bert ber til at gjalda fyri skeiðini á heimasíðuni. Tá ið tú hevur goldið, ert tú tilmeldaður valdað skeiðið.

Tá ið tað er fult teknað, ber til at koma á ein bíðilista. Tit koma á henda lista, við at senda ein teldupost til okkum.

Kvøldskúlaleiðari er Hans Michael í Mittúni.

Telefon: 237 133
Teldupost: kurk@kurk.fo