4. a
Seturskúli á Eiði
Vit fara til Eiðis týsmorgunin kl 8:30 frá Skúlanum við Løkin. Vit fara at hugna okkum á Eiði og kannað umhvørvið. Vit fara túrar, millum annað til Breiðasand.
Vit verða aftur við Løkin mikudagin kl: 12:30. Vit gleða okkum :)
vh Sára og Tórhalla
At hava við :
- Ein góðan matpakka og okkurt at drekka
- 50 kr til lummapening
- Tvey sett av løttum skiftiklæðum
- Lak, lítlan kodda og soviposa (ikki dýnu, at tí at tað er trongt í bilinum) Ikki neyðugt við undirlagi.
- Góðar skógvar og jakka
- Eitt par av eykaskóm, tí tað fer at regna onkra løtu
- Eitt handklæði
- Ein lítlan lættan ryggsekk at hava við á túrinum
- Snákingar útgerð ( kunnu hava 5 stk av sminku við ;)
- Kort spæl ella annað, um tit hava hug til tað
- Møguliga eina bók
Tað er ikki neyðugt hjá tykkum at baka nakað til hendan túrin.
Næmingarnir skulu ikki hava telefonir við. Um tað gerst neyðugt kunnu tey brúka mína telefon, vónandi stuðla tit hesum :)