Reglur
- Næmingar skulu møta 10 min., áðrenn royndin byrjar
- Friður skal vera inni í royndarhølinum
- Næmingar skulu ikki samskifta sínámillum í royndarhølinum
- Tað er ikki loyvt at hava internetsamband
- Tað er ikki loyvt at spæla spøl, hyggja at filmi, brúka tekniforrit og lurta eftir tónleiki á telduni
- Tað er ikki loyvt hava fartelefonir, I-pod, oyrasniglar og líknandi við til roynd
- Næmingar skulu hava loyvi frá lærara, um teir skulu reisa seg upp, t. d. at fara á WC og prenta út
- Næmingar kunnu hava egna teldu við
- Microsoft Office ella Libre Office skal vera á telduni. Libre Office kann heintast ókeypis á internetinum. Eisini skal Foxit reader brúkast til at opna PDF skjøl við. Libre Office og Foxit reader finnast undir "Góð forrit" í vinstru síðu.
- Høvd til stílskriving skal vera á telduni.
- Í framseting og greiðslurokning kunnu næmingar fara, tá ið tveir tímar eru farnir
- Næmingar skulu fara til hús, tá ið teir eru lidnir, tó kunnu næmingar úr Oyndarfirði, Hellurnar, Funningsfirði og Elduvík bíða til bussurin koyrir
- Um næmingur ikki heldur seg til galdandi reglur, verður hann burturvístur, og heimið verður kunnað um hetta