Heimasetningur

Fráboðan um sjúku ella fríloyvi, skal gerast her: https://rks.fo/friloyvi

Samband:

Joan: 212980

Rógvi: 256146

Ei brim við strond,

ei ísur í skor, 

kann Jesusi forða vegin;

Hann stígur inn for fátæksmans borð,

har lítil er jólagleðin.

Vika 45

Mánadagur
2. november
NSÍ
Vit feira NSÍ aftur í dag:-) Tað hevði verið stuttligt, um vit øll eru í NSÍ klæðum. Vit fáa vitjan, og so verður ein NSÍ myndatøka:-) Hjartaliga til lukku við meistaraheitinum allir NSÍ arar:-)
Mín Jólabók
Næmingarnir hava fingið tilmeldingarseðilin til "Mín Jólabók". Seðilin liggur í lesibókini. 
Rokning
Farið inn á emat og gerið tabelvenjing. Næmingarnir duga sjálvir at finna tað. Tað er sama uppgáva, sum vit loystu í skúlanum hósdagin. Ikki er loyvt at hava tabel hjá sær, meðan man loysir uppgávurnar :)
Føroyskt
- Hervør og Høgni arbeiðsbók 2. Les fyrisøgn 4 á s. 91 tríggjar ferðir ígjøgnum. Ven staviorðini væl. Vit skriva fyrisøgnina í skúlanum.
Týsdagur
3. november
Køka
Vit í 3.b siga manga takk fyri NSÍ køkuna, vit fingu frá foreldrabólkinum:)
ítróttur
Dreingir hava ítrótt. Gentur svimja
Mikudagur
4. november
Danskt
Søren og Mette: Lesi s. 10-11 ( 3 ferðir)
Jólasangur
- Ei brim við strond.. Vit læra okkum hetta ørindi uttanat. Hetta skal syngjast til jólaleikin. Hygg omanfyri.
Føroyskt
- Hervør og Høgni lesibókin. Genturnar lesa s. 52 frá reglu 1 til reglu 12 tríggjar ferðir, og dreingirnir lesa s. 52 frá reglu 12 og síðuna niður tríggjar ferðir.
Hósdagur
5. november
Sangløta
Vit fara at hava eina sangløtu saman við næmingunum á Brúnni kl. 8.45 til 9.15. Tað gleða vit okkum til:)
Føroyskt
- Hervør og Høgni lesibókin. Øll lesa s. 53 tríggjar ferðir ígjøgnum. Hvat er søgan um. Hevur tú nakrantíð fingið hol á høvdið, greið frá.
- Arb. s. 44-45. Ikki gera uppg. 5.
Fríggjadagur
6. november

Bókalummin

Bókalummin er eyka lestnaður. Er ein bók í lummanum, skal hon lesast eina ferð og síðani skulu uppgávur gerast, um uppgávur eru við. 

Tað er sera týdningarmikið, at teksturin verður lisin hart. Eg seti tíð á í heimasetninginum, men mann kann sjálvandi lesa meira:-) Tá ið bókin er lisin og uppgávurnar gjørdar, geva næmingarnir mær bókalumman og eg leggi nýtt tilfar í. Nú seta vit ordiliga ferð á lesingina.

Góðan lesihug:)

Hvussu kunnu vit vera ein góður 2.b.

Floksreglar:

  • Vit hjálpa
  • Vit lova uppí
  • Vit bjóða uppí
  • Vit gera ikki fortreð
  • Vit skulu vera ein góður floksvinur
  • Vit skulu ikki arga
  • Vit tosa pent við hvønn annan
  • Vit siga "orsaka"
  • Vit í 1.b eru góð við øll:)

Hesar floksreglar komu tey sjálvi fram til, tá ið vit høvdu evnisdagar um trivnað. Vit mugu øll hjálpa til, so vit klára at halda reglarnar:)

 

Avtalur:

Føðingardagar: Gentur bjóða gentum, og dreingir bjóða dreingjum. Um mann hevur hug, kann mann eisini bjóða øllum flokkinum. Føðingardagsgáva - 20kr.

Messangerbólkur til foreldrini.

Flokskonto: Mann upprættar sjálvur eina konto til barnið.

Góðu tit, royni og haldi aftur við telefonunum sum longst. Tit kunnu altíð fáa fatur á okkum báðum 256146 og 212980.

Nøkur praktisk ting:

  • Saksur og límstift í taskuni. Set navn á.
  • Tjúkkur blýantur at skriva við.
  • Træ litblýantar í arbeiðsbókunum. Mann kann brúka tusj í teknibókum.
  • Góður matpakki. Vit drekka vatn ella mjólk.
  • Sigið frá, um barnið ikki kemur í skúla.
  • Sigið frá, um barnið skal aðrastaðni enn í frítíðarskúla. Skrivið sms til tann læraran, sum hevur barnið tann síðsta tíman.
  • Hyggið inn á heimasetningin hvønn dag. Heimasetningurin eru komin í síðsta lagi kl. 15.
  • Samband: Rógvi Nielsen t.l.f. 256146 og Joan Jacobsen t.l.f. 212980. Tit eru altíð vælkomin at ringja, um tit ivast í onkrum.

 

Skjøl og frágreiðing í samband við eldsbrunan mánadagin

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur