Myndasavn

Ongar myndir

Skapandi løtur

Ein av fyrstu døgunum, vóru vit úti og heintaðu blómur. Blómurnar evnaðu vit til list.

Útiskúli

Hetta var ein góðveðursdag, har vit leitaðu okkum oman á strondina. Vespurnar mungaðu sera nógv eftir øllum teimum góðu matpakkunum, so vit máttu gera skjótt av, tá ið vit skuldu eta.

Av og á, so gera vit sum Pippi. Vit venda undirvísingini á høvdið... 

Springari

Súsanna, maðurin & sonur teirra, vísa her, hvussu ein springari verður skorin. Børnini vóru sera hugtikin.

Útiskúli - Bókasavnið við Løkin

Vit hoyrdu søguna "Pápi Sally er sjúkliga flóvisligur". Børnunum dáma sera væl hesa bókarøðina, vit hava nú lisið tvær av hesum stuttligu bókunum.

Útiskúli 12.september 2025

Í dag hava vit vitja Føroya banka. Vit koyrdu við bussinum hjá Paula (tí reyða), bussførarin setti okkum av, beint uttanfyri bankan. Inni hoyrdu vit um mangt og hvat. Børnini høvdu fyrireika spurningar frammanundan. Eisini fingu vit sundkist, karamellir og slikkipinn. Tit kunnu spyrja tey, um tey sóu nakað pengaskáp, og um snilda lykilin...

Vit ótu matpakka við Løkin og hoyrdu síðsta kapittul av Gummi Tarsan. Tinna bjóðaði føðingardagskort.

Til seinast, so vóru vit inni á gólvinum hjá 6.flokki. Tey greiddu frá, hvussu ein skúlavika hjá teimum sær út.

Samanumtikið, ein so avbera góður dagur.

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur