Tíðindi

Fólkadansur fyri børn og foreldur í Gulu smiðju
Í heyst og vetur verður aftur skipað fyri fólkadansi fyri børn og foreldur í Gulu smiðju fjórða sunnudag í hvørjum mánaði
Í heyst og vetur fer aftur at bera til hjá foreldrum og børnum/ungum at dansa fólkadans í Gulu smiðju í Saltangará eina ferð um mánaðin. Vit dansa millum kl. 16-17 sunnudagarnar 21. september, 26. oktober og 23. november 2025.
Sharon Weiss fer at læra okkum dansirnar. Tað er ikki neyðugt at duga nakað frammanundan.
Vit fara at dansa til livandi spælimanstónleik. Sharon (dansur) og Kristian (konsertmeistari/tónleikur) eru við hvørja ferð; hinir tónleikararnir kunnu verða skiftandi. Hevur tú hug at royna teg sum tónleikara, kanst tú møta upp.
Ókeypis atgongd. Dansurin er ætlaður børnum í forskúla- og skúlaaldri, og ommur og abbar kunnu eisini vera við.
Tiltakið er eitt samstarv millum Gulu smiðju og Fólkatónleikarafelagið.