Tíðindi
3. flokkur tosar um Betri vinir í barnaútvarpinum
08.09.2025
Beint áðrenn summarferiuna var Barnaútvarpið og vitjaði 2. flokk (núverandi 3. flokk), tí tey høvdu hitt Hennara Hátign Mary Drotning.
Betri vinir er kent um allan heim og tá ið hennara hátign Mary drottning vitjaði í Føroyum vitjaði hon tey í Glyvra skúla, tí Mary drotning hevur arbeitt við hesi týdningarmiklu verkætlan, sum snýr seg um, at børn skulu hava ein tryggan felagsskap í gerandisdegnum.
Næmingarnir høvdu eina Betri vinir løtu, spældu Betri vinir spøl og sungu fyri henni.
Sendingin er í trimum pørtum og kunnu teir hoyrast her:
Partur 1: https://kvf.fo/vit/sending/uv/blandad-bomm?sid=196546
Partur 2: https://kvf.fo/vit/sending/uv/blandad-bomm?sid=196605
Partur 3: https://kvf.fo/vit/sending/uv/blandad-bomm?sid=196613