Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 13. mai 2016
13. mai 2016

Hesa vikuna vóru vit til 1-1-2 dag á Skála. Tað var týsdagin. Vit fóru við tveimum bussum. Vit vóru í politibilinum, sløkkiliðsbilinum, sjúkrabilinum, tyrluni og á motorsúkkluni. Vit hoyrdu eisini um ferðslutrygd. Vit sóu tríggjar sjefarhundar, men vit sluppu bara at nerta við tveir av teimum. Teir dugdu væl at akta politistarnar. Har vóru tveir politistar, sum høvdu hundar, men annar politisturin skuldi spæla tjóvur. Í byrjanini skuldi hann krógva seg, men hundurin fann hann beinanvegin. Aftaná rann tjóvurin, og politisturin rópti “Steðga!”, men hann steðgaði ikki. So beit hundurin hann í armin. Aftaná rann maðurin aftur, men steðgaði, tá ið politisturin rópti. Tá beit hundurin ikki, men goyði bara. Ein av politistunum goymdi eina tveykrónu, og hundurin fann krónuna við luktisansinum.

Vit hava spælt við eplamjøl, tá ið vit arbeiddu við følisansinum hesa vikuna. Eplamjøl og vatn vóru blandað saman. Tað føldist merkiligt og lekkurt. Vit hava eisini gjørt tøl við modellervoksi og við sukri.

Í gjár málaðu vit skógvaeskjur. Vit skulu brúka tær til eina klokku. Vit gingu inn til ein ítróttarhandil á Glyvrum og fingu 16 tómar eskjur. Vit bóru hvør sína eskju aftur í skúlan og málaðu tær.

Vit hava sparkað fótbólt í dag.

Vit hava lært ein nýggjan sang. Hann eitur “Eg veit eitt spógvareiður,” og hann er um ein spógva. Hann hevur langt nev, og tað bognar í endanum. Vit hava teknað alt møguligt hesa vikuna, eisini grýlur.

Í gjár fingu vit at vita, hvør skal vera lærari hjá okkum, tá ið vit koma í fyrsta flokk. Tær eita Jenny og Brynhild, og tær vitjaðu okkum í gjár. Gudrun vitjaði okkum eisini í gjár. Í dag er onkur komin at vitja. Hon eitur Emma, og hon er tvey ár. Tí sungu vit “Dukka mín er blá” í sangløtuni. Hon heldur tað vera stuttligt at vera her.

Bestu heilsanir,
Børnini í Niðristovu