Tíðindi

Runavíkar kommunuskúli savnar inn til Krabbameins-felagið
Runavíkar kommunuskúli savnar inn til Krabbameinsfelagið
Seinasta árið hava vit í Runavíkar kommunuskúla veruliga merkt, hvussu meint krabbamein kann raka. Tí hava starvsfólk og næmingar skúlans stáplað tiltøk upp á beinini til tess at stuðla Krabbameinsfelagnum.
Nú fríggjadagin, 26. septembur, fara næmingarnir í 4. flokki at selja franskan hotdog og sunkist í matarsteðginum.
Mikukvøldið 8. oktobur skipa starvsfólk í skúlanum fyri stórari stuðulskonsert í Løkshøll. Konsertin byrjar kl 19:00 og atgongumerki á kr 200 kunnu keypast á loksholl.atgongumerki.fo. Drekkamunnur og okkurt gott afturvið er við í prísinum. Meira kann lesast um stuðulskonsertina á loksholl.fo.
Og so fara vit øll at skipa rennidagin sum eina stuðulsrenning. Rennidagurin verður í vikuni fyri heystfrítíðini – helst fríggjadagin 10. oktobur. Til rennidagin fara allir næmingar skúlans at finna tveir gevarar, sum hvør letur eina upphædd í stuðli.
Peningurin, sum kemur inn til hesi trý tiltøkini, fer óskerdur til arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum.
Runavíkar kommunuskúli savnar inn til Krabbameinsfelagið.pdf

