Tíðindi

Runavíkar kommunuskúli savnar pening inn til Krabbameinsfelagið

06.10.2025

Seinasta árið hava vit í Runavíkar kommunuskúla veruliga merkt, hvussu meint krabbamein kann raka. Tí hava starvsfólk og næmingar skúlans stáplað tiltøk upp á beinini til tess at stuðla Krabbameinsfelagnum.

Fríggjadagin 26/9 seldi 4.flokkur franskan hotdog. Sølan gekk sera væl, tí einir 500 franskir hotdogs fór um diskin.
Í síðstu viku høvdu næmingarnir í A-gongini tiltak, har familjan varð boðin við. Tey hugnaðu sær og seldu ymiskt, sum tey høvdu evnað til.
Leygardagin skipaði 1.flokkur fyri hugnadegi, har foreldur, ommur og abbar vóru við. Eisini her kom peningur inn. Peningurin fer beinleiðis til Krabbameinsfelagið.
Mikukvøldið skipa starvsfólk í skúlanum fyri stórari stuðulskonsert í Løkshøll. Seinasta tiltakið er, tá vit skipa rennidagin sum stuðulsrenning, har næmingar skúlans royna at finna tveir gevarar hvør.

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur