Førleikastovan
Førleikastovan
Beinta Berthelsen, Leiðari á Førleikastovuni
Førleikastovan arbeiðir eftir einum leisti, ið leggur seg eftir at umboða menniskjafatan á tann hátt, at støði verður tikið í førleikunum hjá einstaka næminginum og menningarmøguleikum hansara.
Málið hjá Førleikastovuni er at rúma øllum næmingum skúlans á bestan hátt og at tryggja, at næmingar við serligum tørvi fáa eitt viðkomandi og skikkað undirvísingartilboð.
Tað er týdningarmikið í dagliga arbeiðinum í skúlanum, at hjálp og ráðgeving er tøk og skjótast gjørligt kann verða veitt.
Sambært kunngerð no. 95 frá 2. juli 2019 um førleikastovur
§ 1. Førleikastovan skal:
samskipa námsfrøðiligu og sernámsfrøðiligu førleikarnar og átøkini í skúlanum,
menna læruumhvørvið og menningarumhvørvið í skúlanum,
miða eftir, at næmingarnir fáa neyðuga hjálp so tíðliga sum gjørligt,
samskipa og gagnnýta servitanina, umframt at menna eitt gott læruumhvørvi og námsfrøðilig amboð og mannagongdir, og
menna eitt næmingalagað og innkluderandi skúlaumhvørvi, har allir næmingar fáa møguleika at mennast og læra, og fáa høvi at vera virknir í felagsskapinum.
Førleikastovan er innanhýsis vitanardepil skúlans. Samspælið millum Førleikastovuna og restina av skúlanum fevnir um ráðgeving og vitanardeiling til læraratoymið, einstaka læraran ella stuðul teirra í námsfrøðiliga arbeiðinum við ymsu tørvunum hjá næmingunum.
§ 5. Uppgávurnar hjá førleikastovunum eru:
at menna gott læruumhvørvi og námsfrøðilig amboð og,
at vegleiða og ráðgeva lærarum í fakligum, námsfrøðiligum og sernámsfrøðiligum spurningum,
at luttaka í kanningum og útgreinandi virksemi,
at veita ráðgeving í sambandi við at gera læruætlan fyri einstakar næmingar, sbr. § 2, stk. 6 í kunngerð um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul,
at skipa og samskipa sernámsfrøðiliga arbeiðið í skúlanum í samstarvi við skúlaleiðaran og Sernám, og
luttaka í námsfrøðiligum støðuroyndum og eftirmetingum.
§ 3. Manningin í Førleikastovuni er serlærarar, lesivegleiðari, AKT-lærarar, orðblindalærari og støddfrøðivegleiðari. Tilknýtt eru eisini skúlaheilsufrøðingur, SSP toymi og SI-lærari.
§ 6. Væleydnað inklusjón krevur, at lærarar, námsfrøðingar og stuðlar hava eina førleikastovu at venda sær til, har vitan verður uppbygd í tøttum samstarvi við tænastueindirnar - barnagarðar, aðrar skúlar, Sernám, Almannaverkið, barnaverd, Psykiatriska Depilin, Gigni og har verandi vitan verður gagnnýtt at menna gott læruumhvørvi og námsfrøðilig amboð.
Førleikastovan skal stuðla lærarum í at náa endamálinum í undirvísingini, bæði á normaløkinum og á serøkinum. Á normaløkinum verður hugsað um ta vanligu undirvísingina. Á serøkinum eru teir næmingar, ið hava tørv á tímum vegna serligan tørv.