Súkklur, skutarar og prutl
Súkklur, skutarar og prutl
Til og frá skúla við súkklu
Sambært tilráðingunum frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd eiga næmingar yngri enn 10 ár ikki at súkkla í skúla. Tilráðingarnar kunnu lesast her: www.rff.fo/-a-sukklu-i-skula
Tí verður mælt frá at súkkla í skúla, tá man gongur í skúla á Glyvrum.
Næmingar, ið koma í skúla á súkklu, eiga at nýta súkkluhjálm, og súkklan skal vera í góðum standi. Næmingar eiga eisini at nýta endurskin og vísa ansni í ferðsluni.
Tað er ikki loyvt at súkkla í skúlatíðini.
Til og frá skúla við prutli/skutara
Næmingar, ið hava skutarakoyrikort, kunnu, um foreldrini loyva tí, koyra í skúla á skutara. Aldursmarkið til koyrikortið er 15 ár. Tilmælir og góð ráð frá RFF, kunnu lesast her: https://www.rff.fo/a-prutli
Kravið er tó, at bæði næmingur og skutari lúka ferðslutrygdarreglurnar, at skutarin er í góðum standi, og at næmingurin nýtir hjálm. Somuleiðis verður kravt, at øll, sum sita á skutara, skulu nýta hjálm.
Tað er ikki loyvt at koyra á skutara/prutli í skúlatíðini.
Hvar kunnu næmingar seta súkklur og skutarar frá sær?
Á Glyvrum eru næmingarnir 10 ár og yngri, og tá verður frámælt at súkkla í skúla.
í Runavík verður víst til parkeringsplássið.