Betri vinir

Betri vinir 

Lívið í skúlanum merkir størri sjálvbjargni, frítt spæl í fríkorterum, og at børn í størri mun megna sjálvi at loysa ósemjur. Eisini tá vaksin ikki er nærhendis.

Í skúlanunum kann eisini verða meira dentur lagdur á avrik og kapping, og kann hetta føra við sær ótryggleika og óhepnan bólkadynamikk. Eisini kann tað í hesum høpi verða, at nøkur børn uppliva útihýsing ella happing fyri fyrstu ferð.


Vit gera mun
Við Betri vinum kunnu vit styrkja førleikan hjá børnunum at loysa ósemjur og gera tey varug við sosialar spælireglur í flokkinum.

Tá vit arbeiða miðvíst við at skapa felagsskapir, sum eru grundaðir á tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi, eru vit við til at økja um tryggleikan.

Við hesum miðvísa arbeiðinum geva vit børnunum jaligar royndir við felagsskapum, ið kunnu fyribyrgja happing.

Betri vinir er eitt trivnaðarátak, ið er skipað sum ein verkætlan millum skúlar, Barnabata, Nám, Undirvísingarstýrið og Barna- og útbúgvingarmálaráðið. Endamálið er at menna trivnaðin og at fyribyrgja happing. Betri vinir hevur sín uppruna í donsku verkætlanini Fri for Mobberi, sum Red Barnet og Mary Fonden í Danmark hava ment.

Betri vinir tilfarið byggir á 4 grundvirði: tolsemi, dirvi, virðing og umsorgan. Hetta námsfrøðiliga tilfarið miðar eftir at styrkja barnafelagsskapir og at fyribyrgja happing.

Øll starvsfólk í innskúlingini, t.e. 0. - 3.flokk, hava verið á grundskeið í at brúka Betri vinir. 

Les meira um Betri vinir her: https://barnabati.fo/betri-vinir/um-betri-vinir/

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur