Tíðindi

Ungdómsting 2026

06.02.2026

Í samband við Ungdómstingið, sum Løgtingið á hvørjum ári skipar fyri, hava næmingar í 9.flokki latið tvey uppskot inn, har eitt bleiv góðkent av umsitingini í Løgtinginum.

Næmingarnir sum luttóku vóru Bjartur Skipanes, Filip Højgaard, Liviu-Ionut Popa, Armgardt Vón Jónsdóttir og Kristvar Vang Østerø

Uppskot um royking

Uppskotið hjá næmingum er, at søla av tubbaksvørum kann bara fara fram í Rúsdrekkasølu Landsins, ferðamannaskipum í millumlanda sigling og tollfríu sølubúðini í Vága Floghavn. Í viðmerking til uppskotið verður sagt, at seinastu nógvu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at minka um nýtsluna av tubbaki, serliga millum ung. Í 2008 samtykti Løgtingið løgtingslóg um tiltøk at minka um royking, hvørs endamál m.a. var at tryggja roykfrítt umhvørvi, at tryggja, at støð, har almenningurin hevur atgongd, eru roykfrí, og at avmarka marknaðarføring og sølu av tubbaki. Í dag kunnu so at siga øll sølustøð selja tubakk treytað av, at keyparin er 18 ár ella eldri. Men í nógvum sølustøðum – eitt nú matvøruhandlum – er tað púra vanligt, at ung, heilt niður í 14 ár, sita við kassan.

Sjúður H. Petersen og Hans Toftegaard hava verið við næmingum hesar báðar dagarnar og lata teir væl at. Sjúrður sigur soleiðis, tá hann verður spurdur um týdingin av Ungdómstinginum:

Eg ivist onga løtu í, at Ungdómstingið er góð læring í, hvussu fólkaræði riggar, og hvussu skipanin í løgtinginum er, frá uppskoti til lidna lóg. Næmingarnir fáa gott innlit í, hvussu politikkur er í verki. Av tí at næmingar úr skúlanum hava verið við fyrr, kenna næmingarnir, sum taka lut í ár, til Ungdómstingið, og teir vilja gjarna vera við. Teir eru ógviliga spentir.

Myndir frá Ungdómstinginum

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur