Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 27.05.2016
27. mai 2016

Tíðindabrævið 27.05.2016 Hesa vikuna hava vit verið nógv úti, í samband við at tað er útivika. Vit vóru ein túr í fjøruni, bæði Uppistova og Niðristova. Har funnu vit nógv spennandi, t.d. eina sandslangu, ein krabba, leikapettir og eisini funnu vit løgnan tara, ið líktist plastikk. Hósdagin vóru vit øll ein túr úti við Toftavatn. Tá ið vit komu niðan til vatnið, funnu vit eina dunnu, ið lá á einum reiðri, og har vóru 5 egg í. Eisini sóu vit eina ær við tveimum lombum. Tá vit ótu matpakkarnar, kom ærin ordiliga nær og mungaði eftir okkara mati. Vit sóu børn frá barnagarðinum á Mýrunum. Aftaná fóru vit oman í skúlan við Løkin, har spældu vit í skúlagarðinum inntil bussurin kom. Vit hava havt langar spæliløtur, har vit hava sparkað, klintrað, lakkað paradís, reiggjað, hoppað band o.a. Onkur fann eina holu uppi við vøllin. Svarti Per hevur verið nógv á skránni, tá vit hava spælt inni. Í dag hava vit havt vitjan av einum barnagarðí í Klaksvík, ið kallast Mylnuhúsið. Tá var tað fótbóltsdystur ímillum NSÍ og KÍ á vøllinum her á Glyvrum, og NSÍ vann 9-4. Hesa vikuna hava vit lært um 4-talið og at mann byrjar at skriva tað har uppi og síðani niðureftir. Sangurin “Eg veit eitt spógvareiður”, fekk eitt nýtt vers aftaná túrin við Toftavatn, tað ljóðar soleiðis: Eg veit eitt dunnureiður, eg sigi ikki hvar, 5 ungar dunnan eigur, gvagg, gvagg so siga teir. Vinarliga: Vit í Niðristovu.