Tíðindi

Hanni Bjartalíð vitjar 4.-6. oktober

03.10.2016

Seinasta vikan áðrenn heystfrítíðina verður heldur øðrvísi enn vikurnar higartil. Týsdag, mikudag og hósdag vitjar Hanni Bjartalíð, myndlistamaður, forskúlan Brúnna, og fer saman við børnunum at arbeiða við skulpturum, reliefi, myndum og øðrum. Vitjanin endar við eini framsýning, ið kann vera á skúlanum í ein mánaða. Dagarnir saman við Hanna verða millum kl. 8 og 10, so best er at møta tíðliga hesar morgnarnar, um mann vil hava alt við. Aftaná kl. 10 eta vit og spæla, til bussurin koyrir børnini til Rituvíkar kl. 11.40. Vit gleða okkum til vitjanina, ið er ein partur av Listaleypinum hjá Norðurlandahúsinum. Starvsfólkini á Brúnni

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur