Tíðindi

Forskúlin fer til Havnar mánadagin 3. apríl
31.03.2017
Mánadagin fara vit á Brúnni til Havnar at lurta eftir tónleikaævintýrinum "Skrímslið, lítla systir mín," sum Eivør og Føroya Symfoniorkestur framføra í Norðurlandahúsinum. Vit fara longu kl. 8.05 við bussi av Glyvrum, so øll, ið vilja við til Havnar, mugu møta í seinasta lagi kl. 8.00.
Sangirnar og søguna kenna vit væl, so vit gleða okkum nógv til framførsluna!
Vit hava tíverri ikki stundir til nakran langan matarsteðg, áðrenn vit koyra heim aftur við bussinum, so vit hava skorpur og mjólk við suður, sum vit kunnu fáa okkum aftaná framførsluna (tvs. at óneyðugt er við matpakkum).
07.10.2025
Rennidagurin framskundaður til mikudagin 8. oktobur
06.10.2025
Runavíkar kommunuskúli savnar pening inn til Krabbameinsfelagið
24.09.2025
Runavíkar kommunuskúli savnar inn til Krabbameins-felagið
19.09.2025
4a og 4b selja franskan hotdog fríggjadagin
08.09.2025
3. flokkur tosar um Betri vinir í barnaútvarpinum
22.08.2025