Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 17. juni 2016
17. juni 2016

Hesa vikuna hava vit havt ordiliga gott veður, so vit hava verið nógv úti og spælt. Vit hava verið á vøllinum, spælt í skreiðibananum og rørinum, hoppa band og lastikk, heinta blómur og spælt við tey stóru børnini. Eisini hava vit spælt krógva og blunda.

Inni hava vit teknað firvaldar, biir, vespur og tekningar av grill-veitslum.

Týskvøldið høvdu vit grill-veitslu her á Brúnni. Vit grillaðu pylsur, sungu fyri foreldrunum og so sluppu vit at síggja okkara 1. floks stovu. Tað var ordiliga stuttligt.

Hósmorgunin kom allur skúlin oman til okkum á Brúnna at hava morgunsang. 3. flokkarnir spældu uppá ymisk ljóðføri, meðan vit sungu. Tey dugdu so væl.

Bæði Uppistova og Niðristova hava verið yviri á brúnni á Glyvrum og tikið mynd.

Vit hava lurtað eftir Barnaútvarpinum, sum bleiv upptikið, tá ið vit vóru til forskúladag á Argjahamri. Leinkið er: http://kvf.fo/leita?keywords=forsk%C3%BAladagur

Nú duga 11 børn í Uppistovu at binda lissur :)

Heilsan børnini í Uppistovu.