Tíðindi
Árliga lesiátakið við Løkin
16.02.2024
Árliga lesiátakið byrjar mánadagin. Øll lesa í 15 minuttir (ella longur) hvønn dag næstu tvær vikurnar.
Hesa ferð er eisini vinalesing á skránni. Tá ið vit hava lisið í 7 -8 minuttir, steðga øll og lesa upp úr sínari bók í ein minutt fyri einum lesivini. Síðan bíta tey um. Aftan lesa vit í frílesibókini, til tíðin er farin.
Vónandi taka tit undir við hesum og tosa við børnini um tað, tey lesa.
Endamálið er, at børnini duga betur at lesa og lesigleði.
27.10.2025
Takk
27.10.2025
Trivnaðarátøk í skúlanum við Løkin
23.10.2025
Tolsemisvika í Glyvra skúla
07.10.2025
Rennidagurin framskundaður til mikudagin 8. oktobur
06.10.2025
Runavíkar kommunuskúli savnar pening inn til Krabbameinsfelagið
24.09.2025