Heimasetningur

Fráboðan um sjúku ella fríloyvi, skal gerast her: https://rks.fo/friloyvi

1/11-26-flokskonto

Góðu tit!

Vit hava keypt hefti, plastikkmappur og ymiskt annað pynt og tilhoyr til floksstovuna. Harafturat hava vit verið til Halloween tiltak á Hotel Runavík, og nú er peningurin á flokskontoini so gott sum brúktur.

Vit fara tí vinarliga at biðja tykkum um at flyta 200 kr. á flokskonto innan 11/11. Hesin peningurin verður brúktur til jólaperur og annan hugna í samband við jólini. (Vit keypa ikki perur á hvørjum ári)

Flokskonta: 6460 6902601

Takk fyri

Flokslærararnir

 

1/16-26 jólabókin

Hey tit!

Sum tit helst vita, fingu næmingarnir eitt ark heim við, har tey kunnu teknað seg at fáa Mín jólabók 2026. Nøkur siga, at tey finna ikki arkið. Ein heimasíða er tó eisini, har næmingarnir kunnu tekna seg:

Trýst her

Freistin er 16/11.

Nýggja lesibókin.

Vika 47

Mánadagur
16. november
Føroyskt-lesibókin Ása
Les s. 8-10 tríggjar ferðir.

Hetta eri lesiráðini:
1) Set teg væl til rættis við barninum.
2) Lær barnið at hava fingurin á regluni, meðan tað lesur.
3) Lær barnið at brúka ljóðini á bókstavunum, meðan tað lesur, hetta fremur besta og skjótasta lesiúrslitið, vísir gransking.
4) Barnið skal altíð lesa tað, sum tað hevur fyri tríggjar ferðir, meðan tað lærir at lesa.

Um barnið ikki dugir ljóðini á bókstavunum nóg væl, tak so lumman við bókstavunum fram og ven ljóðini aftur.
Føroyskt -arbeiðsbók
Ger s. 36-37 og 38-39.
Fleiri eru liðug og hava lagt bókina í kassan.
Mín jólabók
Um nakar annar ætlar sær jólabókina, so er freistin at tekna seg í dag.
Týsdagur
17. november
Mikudagur
18. november
Hósdagur
19. november
Minnist til foreldraviðtalurnar í dag
Fríggjadagur
20. november

Soleiðis sær arbeiðsbókin út.

Hetta er Ljóð- og bókstavabókin.

Hetta er bókin Vit skriva, har næmingarnir kunnu fáa stempul.

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur