Myndasavn
Útiskúli við Løkin 18. sept.
Fríggjadagin gingu vit í 1.a allan vegin út til Løkin, har vit vitjaðu bókasavnið. Men á túrinum upplivdu vit nógv annað eisini. Vit taldu steinar hjá slanguni Steingrím, sum vit fara at pynta fleiri steinar til seinni í ár. Eisini hugnaðu vit okkum á spæliplássinum uttanfyri skúlan, og ikki minst, so heilsaðu vit uppá Klæmint og Dánjal, og teir vóru so fittir at skriva okkum autografar. Sum tøkk fyri autografar, so hjálptu vit Klæminti at fylla bilin við ruski, og hann var glaður og takksamur fyri hjálpina, og segði vit vóru soooo røsk! Ein deiligur fríggjadagur.
Útiskúli í Lamba 4. septembur.
1.a hevði ein deiligan dag í Lamba fríggjadagin. Vit heilsaðu og vinkaðu til alarar, leitaðu eftir gulli frá Norsku Løvu, ótu matpakka og spældu spøl.