Morgunsangur í frástøðu
Hesar dagarnar ber ikki til at hava morgunsang saman. Her eru nakrir sangir, tit kunnu syngja til morgunsang í teimum smáu bólkunum, tit eru í.
Morgunsangur
Morgunsangur er hvønn skúladag kl. 8.45.
Morgunsangur verður skipaður við sálmasangi og bøn. Vit syngja ein sálm fyri hvørja skúlaviku. Tá vikan er at enda komin, duga fleiri sálmin uttanat.
Aftaná sálmasang og bøn verður ofta okkurt lættari vers ella onkur barnasangur sungin! Tá leiðari ikki er til staðar, skiftast lærarar at skipa fyri morgunsangi.
Av og á skipa næmingar fyri!
Tá er morgunløta við ymiskum innihaldi:
Fastlagdar árligar framløgur, sum 3. flokkarnir saman við toymi taka sær av, eru hesar:
- Jólhald
- Pálsmessuhald
- Grækarismessuhald
- Flaggdagshald
Harumframt eru aðrar framløgur so sum:
- Framløgur av næmingaavrikum
- Einstaklingaframførslur
- Tónleikaframførslur
- Einstaklingaupplestur
- Framførslur
Vit hava morgunsang fyri at styrkja felagsskapin og fyri at gleðast um hvønn nýggjan dag og teir møguleikar, hann ber við sær. Lívið er ein gáva og samstundis ein uppgáva, har vit hava skyldu at nýta tær gávur, skaparin gav.