Myndasavn
Vestan fyri Mykines
Hesa vikuna hava allir 1. flokkarnir arbeitt við sanginum Vestan fyri Mykines. Tey hava prátað nógv um súluna, og m.a. lært, at ungin eitur Ompil, og at tá súlan kavar, kann ferðin gerast heili 100 km/t.
Fleiri valdu eisini at arbeiða við onkrum at vísa fram til felags morgunsangin.
Vit í 1.a valdu at gera ein lítlan “sjónleik” av søgugongdini í sanginum. Tey hava sjálvi litað figurarnar, og hjálpt til at klippa og líma. Summi sluppu síðani at framføra, meðan hini sungu væl við. Tað eydnaðist so væl, og tey kunnu saktans vera errin av sær sjálvum.
Gott vikuskifti og góða heystferiu
Vh Randi