Myndasavn

Útiskúli 31. Aug 2023

Vit høvdu ein fantastiskan túr í dag við nøkrum sera fittum og røskum børnum. Fyrst gingu vit framvið húsunum Á Heygnum har Sandra og Brandur búgva nú. Síðani gekk leiðin niðan á Leitisveg, har Símun Jóhan býr og vit sluppu eisini at heilsa uppá hundin hjá honum. Gingu víðari úteftir Leitisvegi, niðan Breiðibrekku, lítið petti eftir Hjallavegi og so niðan á eftir Ærgisbrekku, har Mika býr. Víðari úteftir Norðurhædd og Suðurhædd at síggja húsini, har Sandra og Brandur fara at búgva. Tað eitur Undir Tinnukletti. Tá funnu vit útav, at trý onnur børn í flokkinum hava eisini hús í gerð í hesum umhvørvinum. Tað eru Áron, Jeremy og Bergunn. Vit gingu so eisini framvið húsunum ella grundstykkjunum hjá hesum trimum børnum. Gingu so inneftir og ótu matpakka og sparkaðu bólt á vøllinum á Norðurhædd. Gingu so næstan til endan á Norðurhædd og so tóku vit tær smølu gøturnar oman aftur í skúlan. Alt í alt 4,5 km, so vit hava fingið nógva rørslu í dag, og tað er gott.

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur