Tíðindi
6.B skarar framúr í FLL
09.11.2024
Í dag, leygardag 9.nov 2024, var First LEGO League kapping og okkara 6.B komu heim við framúr góðum úrslitum.
Tey vóru deild í tríggjar bólkar, Legohetjur, Havriddarar og Aqua Dreams.
Til hendan kappingardag eru fleiri kappingar og síðani verða øll stig tald saman, og møguleiki givin bólkunum á 1. og 2. plássi at fara víðari til Danmarkar at kappast í desembur. Í dag vóru 24 bólkar og kappaðust og 6.B kom heim við ikki minni enn FÝRA steypum og hevur Aqua Dreams nú eisini møguleika at fara til Danmarkar at kappast víðari í desembur.
Afturat øllum hesum er vert at viðmerkja tann fantistiska stuðulin bólkarnir vístu hvør øðrum gjøgnum allan kappingardagin.
Vit eru so sera errin av okkara 6.B og teirra fantastisku lærarum Maluni og Brynhild.
27.10.2025
Takk
27.10.2025
Trivnaðarátøk í skúlanum við Løkin
23.10.2025
Tolsemisvika í Glyvra skúla
07.10.2025
Rennidagurin framskundaður til mikudagin 8. oktobur
06.10.2025
Runavíkar kommunuskúli savnar pening inn til Krabbameinsfelagið
24.09.2025