Tíðindi
Landsliðið hjá monnum í hondbólti á vitjan
Tað var ein ávísur spenningur millum næmingarnar í morgun, tí vit skuldu fáa vitjan av manslandsliðnum í hondbólti. Fleiri næmingar nýttu høvið at pynta seg við at lata seg í føroysku landsliðsblusuna.
Klokkan 9.30 komu so allar stjørnurnar á vitjan. Teir byrjaðu á bókasavninum, har Torbjørn Jacobsen hevði eina hugleiðing um hondbólt í Eysturoynni fyrr, og hvussu stóran týdning tað hevur havt fyri Føroyar, at hondbólturin var vorðin heimskendur.
Í Løkshøll varð bjóðað vælkomið, og síðani vóru leikararnir bjóðaðir at dansa Zumba saman við næmingunum. Tað gekk væl og var stuttligt, men lat okkum bara siga, at teir skulu halda seg til hondbóltin framyvir - TAÐ duga teir nemliga ordiliga væl.
Bjarni í Selvindi fekk orðið aftaná, tí hann hevur serstakan týdning fyri skúlan. Hann hevur nemliga gingið í Skúlanum við Løkin, og tí vóru vit sera errin av at fáa hann á vitjan.
So kom hæddarpunktið: ØLL vildu hava autografar og taka sjálvsmyndir við leikarunum. Tað varð skrivað bæði á papír, bóltar, blusir og á onkran armin. Tað er eingin ivi í, at hetta eru hetjur, vit hava við at gera.
Eftir vitjanina fóru leikarnir niðan í Bylgjuna at venja. Fleiri flokkar nýttu hetta høvið at fara niðan at hyggja eftir venjingini, og tað vóru teir vælkomnir til.
Skúlin ynskir at takka HSF fyri vitjanina. Vit vóna at síggja kvinnulandsliðið um okkara leiðir skjótt :)
Fleiri myndir kunnu síggjast her: Myndir - Runavíkar Kommunuskúli