Tíðindi

Tíðindabræv 7. februar 2025
Nú hava vit verið í forskúla í 114 dagar, og vit í Niðristovu skriva øllum eitt tíðindabræv.
Vit gera nógv ymiskt í forskúlanum. Vit hava spælt í kava. Vit hava skreitt, gjørt ein kavamann og gjørt kavabløk, men vit kasta ikki eftir hvørjum øðrum. Vit hava lært okkum at telva. Vit hava sungið. Vit duga nógvar sangir. M.a. Faðir fylg mær henda dag, Dunnuungin Pætur Jóhannes Mikal, Vov, vov, Høvd og akslar, baby, Lítli Snar, Tangokettan, Ein tonn er leys hjá mær, Lurta nú og Ganga, ganga. Vit kvøða eisini og dansa føroyskan dans; Kráka situr á steini, Eg kendi mær ein ríkmann, Sigmundskvæði yngra og aðrar vísur. Tá ið vit eta frukt og gularøtur, lurta vit eftir einari søgu. Vit hava hoyrt framhaldssøguna um Hodja úr Pjort, Ta ótrúligu søguna um risastóru peruna, Skrímslið, lítlasystir mín, Teir tríggjar silvurmyntirnar, Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum, Søguna um ormveruna, Kópakonuna og nógvar aðrar søgur. Vit hava eisini hoyrt nógvar Betri vinir-søgur, meðan vit massera hvørjum øðrum.
Vit hava eisini havt ein 100-dagadag. Vit gjørdu t.d. 100 armboyggingar, vit ótu pitsu, hoppaðu band 100 ferðir, bóltaðu rút 100 ferðir, hoolaðu 100 ferðir, sparkaðu í eitt mál 100 ferðir, vit gjørdu hálsbond við 100 cheerios, vit hoppaðu 100 ferðir, vit vundu eitt flagg á stong við einum stórum 100-tali, vit runnu 100 metrar, vit gjørdu 100 sprellimenn, vit blakaðu ein bólt ímillum okkum 100 ferðir og dansaðu og twistaðu í 100 sekund og gjørdu skíðhopp.
Vit spæla eisini ofta stikkbólt og fótbólt, og vit hava gjørt okkara egna sjónleik. Vit gjørdu fyrst ein karton-bý við nógvum húsum, m.a. einum L-húsi. Vit kliptu húsini og settu tey í vindeygað. So fóru vit at hugsa um, hvørji fólk ella dýr skuldu vera í sjónleikinum. Har vóru trø, ein beinagrind, eiturkoppar, blómur, tvey spøkilsi (eitt fitt og eitt ónt) og fleiri fólk. Vit brúktu tríggjar dagar upp á at finna upp á søguna í leikinum, og vit hava vant leikin fleiri ferðir. Leikurin er spennandi, og næstan ræðuliga óhugnaligur.
Aftaná nýggjárið teknaðu vit fýrverk á svørt pappír. Tekningarnar hanga uppi í Niðriustovu. Vit hava eisini lært um bókstavir. Vit hava gjørt føroysk og pólsk fløgg. Vit hava eisini roknað í roknibókini Rokning 1a.
Elisabeth og Emilia Kristina hava føðingardag í dag!
Blíðar heilsanir,
Børnini í Niðristovu

























