Tíðindi

Tolsemisvika í Glyvra skúla
Í viku 44 fagna vit ymiskleika og tolsemi, tá ið vit halda tolsemisviku.
Vit arbeiða við Betri vinum, har vit allýsa tolsemi, sum at síggja og góðtaka ymiskleika í bólkinum, og at fara eins við hvør øðrum.
Kanningararbeiði vísir, at tá ið børn kenna seg sum ein góðtiknan og virðismiklan part av einum felagsskapi, har pláss er fyri øllum, styrkir tað trivnaðin millum børnini.
Tí fagna vit tolsemi hesa vikuna við ymsum venjingum og spølum, ið snúgva seg um tað jaliga í, at vit øll eru ymisk.
Leikluturin hjá foreldrum
Tit foreldur eru týðandi fyrimyndir fyri børnini, og hendan vikan er eitt gott høvi at tosa um ymiskleika, og virðið í, at vit øll eru ymisk.
Eitt nú ber til at lesa bøkur, ið snúgva seg um tolsemi, saman við barninum. Her eru nøkur dømi:
· Lítli froskur (Jakob Martin Strid, 2006)
· Stríðið um tað góða grasið (Bárður Oskarsson, 2012)
· Skrímslasótt (Rakel Helmsdal, Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttir, 2008)
· Ælabogafiskurin fær frið í lag (Marcus Pfister, 2002)
· Regin og barbiedukkurnar (Pija Lindenbaum, 2009)
· Fívil (David McKee, 2000)
· Dugir tú einki, Pettson? (Sven Nordquist, 2020)
· Hin dagin tá ið Rebekka var Rasmus og Fríðrikkur var Fríða (Louise Windfeldt og Katrine Clante, 2009)
1. Tú kanst eisini velja eina av yndisbókum tykkara, og lesa hana fyri barninum á ein nýggjan máta, fyri at gera hana fjølbroyttari. Royn eitt nú at býta um nøvn og leiklutir, til dømis kann høvuðspersónurin fáa eitt annað navn ella kyn. Kann Álvur Ákason eita Albert ella Anna? Hvussu hevði søgan so verið?
2. Gev tær far um, hvussu tú reagerar uppá teir ymiskleikar, ið barn títt vísir á. Ansa eftir at tú ikki áleggur einum meira virði enn eitt annað.