Tíðindi
Tíðindabræv 14. november 2025
Hetta er Niðristova, ið skrivar eitt tíðindabræv. Vit hava nú gingið í forskúla í 63 dagar.
Vit hava havt tað gott, og vit hava spælt. Vit hava verið niðri í fjøruni. Har funnu vit tara, gággur, skeljar, glaspetti, sum vit kalla leikapetti, kastaðu steinar á sjógv, sóu fiskar, sum svumu burtur, kombikk og krabbar, og vit funnu ein basa undir brúnni. Tað var stuttligt at vera í fjøruni. Nú duga vit eisini ein sang um fjøruna, og hann eitur "Fjøran".
Vit hava lært og sungið nógvar sangir. Sangirnir eita "Vestan fyri Mykines", "Heystkanon", "Tangokettan", "Lurta nú", "Dunnuungin Pætur Jóhannes Mikal", "Vov, vov", "Kettan liggur í durinum deyð", "Ró, ró, ró tín bát", "Eg eri, sum eg eri", "Kráka situr á steini", "Veturin kom við kulda og kava" og "Sasha". Vit duga nógvar aðrar sangir.
Tað var gott, tá ið vit høvdu Rokning 1a, tí at har eru nógvar góðar uppgávur, sum eisini eru stuttligar.
Mann kann spæla ukulele, og tað er stuttligt.
Vit hava spælt nógv borðspøl: t.d. ludo, klossmajor og SET, og vit hava telvað.
Tað er stuttligt, tá ið teir eldru flokkarnir koma at vitja okkum, og vit syngja og dansa saman. Í dag var 3.b og vitjaði.
Tað er stuttligt at spæla úti. Vit hava t.d. spælt "Reytt, gult, grønt", vit hava runnið kapp, spælt fótbólt, og vit hava kríggjast við svørðum og skjøldrum.
Vit hava hoyrt nógvar søgur: Bukkarnir Brúsi, Skrímslið, lítla systir mín, Gruffalo, Gruffalo-diddan, um ormveruna, um krákuna, ið lumpaði krabban, um Sigmund og Tór, Teir tríggir silvurmyntirnir og nógvar aðrar søgur.
Kærar heilsanir,
Børnini í Niðristovu