Tíðindi

Tíðindabræv 17. apríl 2026

17.04.2026

Hetta eru børnini í Niðristovu, ið skriva tykkum eitt tíðindabræv. Nú hava vit verið 152 dagar í forskúla. 

Vit elska at tekna og at fingrabinda. Í dag hava vit spælt við modellervoks.

Vit hava verið á vøllinum. Vit hava sparkað fótbólt. Okkum dámar væl at sparka fótbólt. Vit hava gjørt tjøldur. Vit kliptu tey út og límaðu tey saman. Tey eru sera vøkur.

Okkum dámar væl at spæla við hvønn annan, og okkum dámar væl stikkbólt. Mikudagin vóru vit til konsertina hjá Symfoniorkestrinum um Poetikus. Mamma Katrin spældi við í orkestrinum. Brandur í okkara stovu slapp at stjórna orkestrinum, tá ið orkestrið spældi Ólav Riddararós móti endanum á konsertini. Hann dugdi væl. Vit høvdu hoyrt søgurnar um Poetikus og um Ólav Riddararós í Niðristovu.

Vit hava verið í fjøruni. Har funnu vit sera nógvar kræklingar og nógvar øður, sum vit tóku heim við okkum. Vit gjørdu tvey mandala burturúr teimum. Tey vórðu flott. Vit funnu eisini tóm hylki av gággueggum.

Okkum dámar væl at vera í fimleikarhøllini. Til dømis at spæla við sovorðnar smáar trampolinir, har vit blaka bóltar upp í luftina og lofta teimum við trampolinum aftur. Okkum dámar væl at hoppa band. Í Rituvík dámar okkum væl at spæla við stórar, bleytar kubbar.

Mikudagin í komandi viku fara vit til Oyndarfjarðar at syngja og dansa saman við børnunum í skúlanum har.

 

Kærar heilsanir,

Børnini í Niðristovu

Fleiri Tíðindi

Vikuætlan yvirlit

Office 365

I-bøkur

Orðabøkur