Tíðindi
2.b flettir
Fríggjadagin 2.oktobur vóru vit í 2.b yviri á Dal í Lamba og flettu.
Foreldur koyrdu okkum frá Glyvra skúla og til seyðahúsið, har foreldrini hjá Tórálvi tóku ímóti okkum. Vit hugdu runt í seyðahúsinum eina løtu. Vit hugdu at øllum krovunum, sum hingu har og eisini at teimum trimum lombunum, sum vit skuldu fletta, eitt gimburlamb og tvey veðurlomb.
Eftir at lambið var dripið mátti rørast væl í blóðinum, so tað ikki klumpaðist. Tí blóðið skal brúkast til blóðpylsu. Tórálvur tummaði og loysti skinnið frá kroppinum. Karl, pápi Tórálv, greiddi okkum væl frá meðan hann fletti. Hann greiddi okkum frá hvussu alt eitur, td.: vomb, tarmar, bløra, gallið, fótamørður og hvítanýrir.
Tá hann var liðugur at tøma alt úr lambinum, bleiv tað hongt upp og skinnið bleiv tikið av og lagt á ein platt. Onkur av børnunum flettu eisini bein.
Tá vit vóru liðug at fletta, fóru vit uppá í íbúðina at eta matpakka og sjokolátakeks frá mammu Tórálvi.
Vit høvdu ein ordiliga góðan dag yvir á Dal við góðum veðrið. Tíðin gekk alt ov skjótt, og vit fóru vælnøgd í skúla og frítíðarskúla.