Tíðindi
Til foreldrini um flaggdag og ráðleggingardag
20.04.2016
Í sambandi við flaggdagin í komandi viku fara øll børnini á Glyvrum at ganga skrúðgongu í morgin, hósdagin 21. apríl. Farið verður frá Glyvra skúla kl. 8.45, og gingið verður út á Høgaból, har vit syngja "Sjá, tú blánar", og har Svend Højgaard, bókavørður, fer at halda røðu. Sjálvan flaggdagin, 25. apríl, er frídagur bæði í skúla og frítíðarskúla. Vit fara somuleiðis at minna á, at týsdagin 26. apríl er frítíðarskúlin í Rituvík stongdur vegna ráðleggingardag, so børnini mugu heintast í skúlanum kl. 11.30 Vinaligar heilsanir, Starvsfólkini á Brúnni
27.10.2025
Takk
27.10.2025
Trivnaðarátøk í skúlanum við Løkin
23.10.2025
Tolsemisvika í Glyvra skúla
07.10.2025
Rennidagurin framskundaður til mikudagin 8. oktobur
06.10.2025
Runavíkar kommunuskúli savnar pening inn til Krabbameinsfelagið
24.09.2025