Seinastu tíðindi
Til foreldur og avvarðandi
13. mai 2016

Góðu foreldur og avvarðandi. Glyvrar 12. mai 2016 Sum vit fyrr hava tosað og skrivað um, so er ein av tonkunum við forskúlanum, at vit so líðandi nærkast skúlanum við øllum tí, ið tað inniber. Við hesi stig fyri stig ætlanini er tankin, at vit skipað og tilvitað beina fyri so nógvum óvissum sum gjørligt, so at tað er lættari hjá børnunum at byrja í 1. flokki í august. Nú, vit eru komin væl inn í mai mánað, vita vit hvørjir lærarinnurnar eru, ið skulu hava børnini í føroyskum eftir summarfrítíðina. Tað vera Jenny T. Davidsen og Brynhild W. Djurhuus, sum fara at undirvísa í føroyskum, sum er onnur av teimum stóru og týdningarmiklastu lærugreinunum í 1. flokki. Brynhild fer at hava føroyskt saman við uppistovubørnunum, sum tá fer at eita 1. B., og Jenny fer at hava føroyskt saman við niðristovubørnunum, sum tá fer at eita 1. A. Fyri at tær skulu kenna børnini, men ikki minst fyri at børnini skulu kenna annan av høvuðslærararum, ið tey skulu hava, fara tær at vitja í forskúlanum einaferð um vikuna hiðani og fram móti summarfrítíðini. Er annars okkurt at spyrja um hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at ringja til uppistovu á 237136, niðristovu á 237135 ella til Hans Michael á 237133.