Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 24. mars 2017
24. mars 2017

Í Niðristovu hava vit gjørt eitt ævintýr, og so hava vit roynt at spælt ævintýrið sum sjónleik. Vit taka ting við í forskúla; m.a. grýluting, politihattar, ein stav, byrsur hjá polistunum o.a. Kári lesur søguna, sum vit hava skrivað saman, og vit spæla sjónleikin. Í sjónleikinum er eitt barn, sum spælir við klossar, brandmenn, politistar, ein dunna, Per, ein gandakallur, ein omma og ein dreki. Tað er eitt spennandi ævintýr. 

Vit hava ruddað rusk rundan um skúlan. Vit funnu sigarettpakkar, ein tallerk, sum var brotnaður, eina húgvu, ein deyðan fugl, fløskur, breyð, nógv kakaosunkist, súgvirør og brotin glaspetti. Veðrið var gott, tá ið vit ruddaðu - og nú er tað pent og ruddiligt rundan um Glyvra skúla.

Vit hava hugt eftir sjónleikinum Hodja úr Pjort. Vit vóru í Løkshøll í gjár og hugdu. Tað var stuttligt at hyggja eftir sjónleikinum, og tey í 10. flokki dugdu væl at spæla sjónleik og at syngja og dansa. Áðrenn vit fóru at hyggja at sjónleikinum, hoyrdu vit søguna um Hodja, og vit hava lært okkum sangin Hodja úr Pjort.

Vit syngja hvønn dag í sangløtu. Beint nú læra vit okkum sangin "Lurta nú," sum Eivør hevur skrivað. Um tíggju dagar fara vit í Norðurlandahúsið í Havn at lurta eftir tónleikasøguni Skrímslið, lítla systir mín. Eivør lesur søguna, syngur og hevur gjørt tónleikin, sum Føroya Symfoniorkestur fer at spæla. "Lurta nú" er ein av sangunum, vit fara at hoyra.

Vit eta matpakka hvønn dag. Tá hoyra vit søgu, telva ella spæla SET.

Vit hava sjálvi gjørt ein sang. Hann eitur Sólarlag, og hann er góður.

Týsdagin í hesari vikuni, 21. mars, var Altjóða Downsyndrom dagur, og hetta prátaðu vit um. Vit hoyrdu søguna Vinur mín hevur Down syndrom, og vit fingu øll blátt neglalakk, sum merkir, at vit minnast til henda dagin og tey fólkini, sum hava Down syndrom. 

Tá ið Helgi var í starvslæru hjá okkum, gjørdu vit bingjuskip og bingjur úr pappíri, tosaðu um bingjuskip, og vit gingu ein langan túr út á Høgaból og hugdu, meðan ein stórur bilur koyrdi runt við bingjum, sum vóru komnar við Bliki úr onkrum øðrum landi tann morgunin.

Oluffa var eisini í starvsvenjing hjá okkum. Hon gongur í skúlanum við Løkin.

Tey eru bæðin farin í skúla aftur. Vit ynskja teimum alt tað besta!

Bestu heilsanir,

Børnini í Niðristovu