Seinastu tíðindi
Fara til leik mikudagin 5. apríl
04. apríl 2017

Ferðin til Havnar at lurta eftir Eivør og Føroya Symfoniorkestri gekk avbera væl, og "Skrímslið, lítla systir mín" var ein frálík framførsla, halda vit. Vit fingu eisini stundir at vitja skrímslabygdina, har Lítla og Stóra Skrímsl búgva. Longu í morgin fara vit aftur at ferðast. Hesa ferð er tað ikki so langvegis. Vit fara í Løkshøll at hyggja at einum norskum leiki, ið eitur Kjøkkenet. Hetta er ein framførsla, ið verður sýnd í Runavík í sambandi við Listaleypin hjá Norðurlandahúsinum. Til ber at síggja eitt brot úr sýningini á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum: www.nlh.fo

Vit gleða okkum.

Harumframt kunnu vit upplýsa, at skáldkoppar eru staðfestir á Brúnni.

Bestu heilsanir,

Starvsfólkini á Brúnni