Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 07.04.2017
07. apríl 2017

Hesa vikuna er tað Uppistova, sum skrivar tíðindabrævið.

Vit hava verið til tvær ymiskar framførslur fyri stuttum. Vit hava verið í Norðurlandahúsinum til framførsluna "Skrímslið, lítla systir mín" og í Løkshøll til framførsluna "Køkurin," sum Listaleypurin bjóðaði.

Í Uppistovu hava vit spælt BINGO. Børnini vóru sera spent uppá tað og lærdu skjótt, hvussu ein leitar eftir tølunum við at bólka tey í einarar, tíggjarar og so víðari. Eisini lærdu tey at sita pinnastill og lurta, hyggja (talið varð eisini skrivað uppá á talvuna), hugsavna seg um at finna talið á síni plátu og at fylgja við, nær tey høvdu fingið fult rað. Harafturat var tað ein týdningarmikil lærdómur, at viðhvørt vinnur onkur annar og ikki ein sjálvur.

Sum tit nokk øll vita, hava vit fingið heingikoyggju á Brúnni. Børnini elska hana og brúka hana nógv. Tað er sera góð sansaintegratiónsvenjing fyri m.a. vestibulersansin (tyngd og rúmd) at brúka heingikoyggju. Børnini venja javnvág- og rúmdarsansin (hvar eg eri í rúminum í mun til onnur/annað) o.a. Eisini venja børnini eygnarørslur og støðugar vøddaspenningar. Vestibulersansurin er ein av grundsansunum og sera týdningarmikil fyri menningina og samstarvið við allar hinar sansirnar. Harafturat venja børnini persónligar og sosialar førleikar við at bíða eftir tørni, at standa/vera í kø. At lurta eftir og virða barnið, sum er í heingikoyggjuni í mun til ferð, skjótleika, rætning av sveiggi o.a.

Vit hava pyntað Brúnna við vár- og páskapynti. Børnini hava gjørt lomb og páskahøsnarungar og klipt gras og blómur. Alt hetta hava vit hongt upp í vindeyguni. Nú er so várligt á Brúnni.

Vit vilja ynskja tykkum øllum gleðiligar páskir. Vit síggjast aftur týsdagin 18. apríl.