Tíðindi
Tíðindabræv 10. juni 2016
Í dag er ruddingardagur í Runavíkar kommunu, og tí hava vit verið úti og ruddað rundanum skúlan, í bønum og uppi á fótbóltsvøllinum. Vit funnu nógv rusk: blikk, sunkist, koppar, eina húgvu, glasfløskur, tómar bommpakkar, plastikkposar, eina skrædda undirtroyggju, kakaosunkist, rør, glaspetti, sigarettstubbar, pappír, súgvirør, plastikk og silvurpappír. Tá ið vit vóru liðug, sást stórur munur á.
Hesa vikuna vóru vit annars til forskúladag í skúlanum á Argjahamri. Tað var 8. juni, sama dag sum Brynja fylti sjey ár. Øll børn, sum ganga í forskúla í Føroyum, komu saman. Har vóru meira enn hundrað børn. Vit sungu sangir fyri hvørjum øðrum, fingu pitsasniglar, spældu saman og ótu matpakka. Tað var ein stuttligur dagur. Sangirnir, vit sungu, vóru “Kennir tú blómurnar,” “Inni liggur tú, líri” og “Mær hóvar blómur.” Jonna úr Barnaútvarpinum var har. Hon prátaði við nøkur børn – eisini við nøkur úr okkara forskúla -, og tað verður at hoyra í Barnaútvarpinum seinni.
Í seinastu viku, tá ið veðrið eisini var gott, vóru vit nakrar túrar tætt við skúlan. Vit royndu at gera látipípur í bønum sunnanfyri skúlan, og vit vóru yviri við gomlu brúnna á Glyvrum, ið er norðanfyri skúlan. Vit hava lært eitt sindur av Brestis kvæði og tveir stuttar sangir: Summardáar og London Bridge.
Í komandi viku fara vit mánamorgunin til Ævintýraferðina hjá Búa og Dánjali, sum verður í Løkshøll kl. 10. Týskvøldið 14. juni kl. 17 verður grillkvøld fyri børnunum á Brúnni og foreldrunum.
Bestu heilsanir,
Børnini í Niðristovu
54 myndir