Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 28. apríl 2017
28. apríl 2017

Vit vóru og lurtaðu eftir nøkrum fólkum úr Føroyum, Danmark og Svøríki í bókasavninum við Løkin í dag. Vit sungu eisini við. Vit hoyrdu sangir um Emil, um ein drong, sum vildi vera kongur, Sleturokk, Eg veit eitt spógvareiður, A ram sam sa og Mariuhønuna Altíðglað. Vit teknaðu vøtn, sjógv, fjøll, dalar, oyggjar við fýra fiskum, seyð, tjøldur og føroysk fløgg. Vit funnu sjálv upp á, hvat vit teknaðu. Vit arbeiddu upp á ein sang saman við Bergi, sum er úr Føroyum, og Peter, sum er úr Svøríki.

1.a og 1.b vóru eisini við á bókasavninum.

Vit vundu tógv rundanum eitt runt, brúnt pappír, sum vit høvdu klipt út. Vit kliptu eisini eitt høvd út, og so bleiv tað til ein fittan seyð. Seyðirnir hanga í vindeyganum. 

Mia Jóhanna misti eina tonn í dag. Seks børn í Niðristovu hava mist tvær tenn, ein hevur mist tríggjar tenn, ein hevur mist fýra tenn, ein hevur mist fimm tenn, ein hevur mist seks tenn, ein hevur mist sjey tenn, ein hevur mist átta tenn og ein hevur mist níggju tenn!

Vit eru byrjað at læra sangin, sum eitur "Føðingardagsbamsan." Jensina Olsen hevur gjørt sangin. Tad er ein góður og stuttligur sangur. 

Í gjár fortaldi Sunneva í Uppistovu um Bangladesh, og um pengar, sum hon hevði savnað saman og hevði við til Bangladesh at byggja eitt nýtt hús fyri. Húsið var eitt barnaheim. Eitt barnaheim er eitt hús til børn, sum eingi foreldur hava, ella, sum hava foreldur, ið eru ógvuliga fátøk og ikki fáa havt børnini. Sunneva fór fyrst í eitt flogfar og fleyg í sekstan tímar til Dakha í Bangladesh, og síðani fór hon í ein bát og sigldi í fjúrtan tímar. Tad var ein spennandi søga, og vit halda, at tað var gott, tað ið Sunneva og hini fólkini á barnaheiminum gjørdu fyri tey fátæku børnini. Á barnaheiminum búgva bara dreingir, og vaksin fólk, ið ansa eftir teimum.

Fyri nøkrum døgum síðani vóru vit og hugdu at dukkuleiki, sum børnini í 2.a høvdu gjørt, og sum tey framførdu. Tey dugdu væl.

Bestu heilsanir,

Børnini í Niðristovu