Seinastu tíðindi
Seinasta skúlavikan á Glyvrum
16. juni 2016


Tíðin gongur skjótt, og nú er seinasta vikan í skúlaárinum 2015/2016 longu beint fyri framman. Ta seinastu vikuna fara vit at gera alt møguligt stuttligt, spennandi og læruríkt.
Ilt er at gera eina neyva skrá, tí vit mugu laga okkum eftir veðrinum, men niðanfyri er ætlanin, sum vit hava sett okkum fyri, og forskúlin Brúgvin verður partur av hesi øðrvísi skránni:

Mánadagin er OL á skránni, sum 1. flokkarnir taka sær av. Vit fara at skipa allan skúlan í smáar bólkar, sum fara at kappast í ymiskum kappingum.

Týsdagin skipa 3. flokkarnir fyri djóradegi. Børnini í 3. flokkunum fara at hava djór við. Eisini verður skipað fyri øðrum spølum.

Mikudagin er tað 2. flokkur, ið tekur sær av útferðini/gongutúrinum. Vit møta í skúlanum, men fara ikki at vera í skúlanum henda dagin. Ætlanin er at koyra inn í Skálabotn og síðani at ganga niðan til Tippafoss. Snilt er at hava eina lítla tasku við henda dagin við matpakka, vatndunki, eyka hosum og buksum.

Hósdagin er tað Brúgvin (forskúlin), ið stendur fyri at hava ymisk útispøl, sum vera kring skúlan. Ætlanin er eisini, av vit fara at grilla pylsur henda dagin.

Frá mánadegi til og við hósdegnum eru vit øll í skúla frá 08.00 til 12.30 (eisini forskúlin og 1. flokkur).

Fríggjadagin er eingin skúlagongd fyri børnunum á Glyvrum.
Øll starvsfólk skúlans fara útferð, og vit mugu avstað so tíðliga, at tað ikki loysir seg hjá næmingunum í skúlanum á Glyvrum at koma í skúla. Hjá børnunum í forskúlanum, 1. flokki og teimum børnum í 2. flokki, ið ganga í frítíðarskúla, er møguleiki at fara til Rituvíkar frá kl. 08.00.

Ikki er neyðugt vit teirri vanligu, stóru skúlataskuni hesa vikuna. Men havið tó ein matpakka og ein vatndunk við.

Er okkurt at spyrja um í hesum sambandi, eru tit vælkomin at ringja til flokslærararnar ella til mín á 237133.

Vinaliga Hans Michael, varaskúlastjóri.