Seinastu tíðindi
Tíðindabræv 20. mai 2016
20. mai 2016

Hesa vikuna eru tað børnini í Uppistovu, sum hava sagt, hvat vit skulu skriva í tíðindabrævið.
Vit hava hugt eftir sjónleiki í Løkshøll. Tað vóru børn úr 5. flokki, sum spældu sjónleikin. Sjónleikurin var góður og stuttligur.
Spæliliðið úr skúlanum við Løkin hevur verið her og lært okkum nógv spøl. Spæliliðið er børn úr 7. flokki, sum hava verið á skeið, har tey læra ymisk spøl og læra at læra onnur børn at spæla. Tað var ordiliga stuttligt. Vit lærdu at spæla “Banka kjøt”, “Ketta og mús”, “Lyktapeli” og “1-2-3-hotdog”
Vit hava verið á vøllinum.
Vit hava havt sangløtu, har vit hava sungið nógvar ymiskar sangir. Vit eru byrjað at læra okkum Brestirskvæðið. Eisini hava vit hoyrt søguna aftanfyri kvæðið, hon er ordiliga spennandi.
Fríggjadagin vóru vit í fjøruni. Vit skuldu finna ymisk ting og so bólka tingini, alt eftir hvat forljóð tingið hevði. Undir S løgdu vit steinar og seymir, undir G løgdu vit glaspetti og gjar, undir B løgdu vit blómur, bløðrutara og bein og so víðari. Vit ótu eisini matpakka niðri í fjøruni. Ein super góður túrur.
Vit eru byrjað at læra okkum at binda lissur. Øll børnini hava gjørt sær hvør sín skógv, sum vit brúka til at venja at binda lissur. Bara Emmalotta dugir at binda lissur. Men skjótt fara vit øll at duga.
Í Glyvra skúla eru 3 lítlir fittir dunnuungar. Vit hava verið og vitjað teir. Teir eru ordiliga mjúkir, fittir og stuttligir. 2 dunnuungar bitu í blusuna hjá Emili.

Heilsan børnini í Uppistovu