Seinastu tíðindi
Fyrsti skúladagur - týsdagin 18. august 2020
01. juli 2020

 

Soleiðis møta vit:

 

Næmingarnir í skúlanum við Løkin møta kl. 10.00. í hesum hølum:  4.A í E1, 4.B í E2, 5.A í E3, 5.B í E4, 6.A í D5, 6.B í D4, 7.A í B1, 7.B í B2, 8. árgangur í Løkshøll, 9.A í B4, 9.B í B5, 9.C í B6, 10. árgangur í kantinuni og sertoymið í A1. 

Á Glyvrum møta næmingarnir soleiðis: 2. og 3. árgangur kl. 10.00, Niðristova kl. 11.00, Uppistova kl. 12.00 (nærri boð verða løgd á facebook bólkin hjá foreldrunum).

1.A møtir saman við foreldrum í Glyvra skúla frá kl. 13.00 til 13.40, og 1.B saman við foreldrum frá kl. 14.00 til 14.40.

 

Soleiðis ganga vit inn:

 

Fyri at fylgja tilmælunum fara vit ikki at brúka vanligu inngongdirnar. Á myndunum niðanfyri sæst, hvør gongur inn hvar.

 

Busskoyring:

Sum nú er, kunnu skúlabussarnir hjá Paula og Jóhan Sigurð taka uml. 20 næmingar hvørja ferð, tí fara bussarnir fyrst á morgni bert at taka næmingar við frá Skipanesi, Søldarfirði, Lamba og út á Marknagarð og síðani næmingarnar úr Æðuvík og Rituvík. Hetta er galdandi bæði í og úr skúlanum.

Bussarnir hjá SSL taka øll við og mæla til, at øll ferðandi brúka masku.

Bussarnir koyra soleiðis :

Av Skála kl. 9.00

Úr Elduvík kl. 9.15

Úr Oyndarfirði kl. 9.30

Av Skipanesi kl. 9.30

Úr Rituvík kl. 9.30

Úr Æðuvík kl. 9.40

Bussarnir koyra næmingarnar heim aftur kl. 11.00.

 

 

Úr tilmælunum:

 

Kunning til foreldrini

Hava starvsfólk ella næmingar sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu tey ikki fara í skúla. 

 

Ein næmingur, sum fær sjúkueyðkenni, meðan hann er í skúla, skal avheintast skjótast gjørligt.

 

Eru starvsfólk ella næmingar sett í sóttarhald, skulu tey ikki møta aftur fyrr enn heilsumyndugleikarnir hava givið tilsøgn um hetta – vanliga 14 dagar eftir at viðkomandi fekk ávíst virussmittuna. 

 

Er starvsfólk ella næmingur partur av einum húsarhaldi, har ein persónur hevur fingið staðfest coronavirus, skal viðkomandi eftir galdandi mannagongd í sóttarhald og kann tí ikki koma í skúla. Tá viðkomandi er loystur úr sóttarhaldi, kann hann koma aftur í skúla.

 

Um næmingar hava verið uttanlands, skulu tey halda seg heima til úrslitið av koronaroyndunum fyriliggja.

 

Onnur kunning:

 

So leingi støðan er, sum hon er, fara vit ikki at bjóða ‘skúlamjólk’, tí er neyðugt hjá børnunum at hava egnan matpakka og vatndunk við. Heldur ikki er matarskipanin í skúlanum við Løkin virkin.

 

Aftur at hesum fara vit at heita á tykkum foreldur um syrgja fyri, at børnini hava øll neyðug amboð við, so ikki er neyðugt hjá næmingunum at læna ímillum sín.

 

Er okkurt at spyrja um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við leiðslu skúlans: Durita tlf. 217331, Hans Michael tlf. 237133, Jónleif tlf. 237134