Seinastu tíðindi
4. flokkarnir á seturskúla í Leirvík
31. mai 2018

Trýst her - Fleiri myndir frá seturskúlanum

Mánadagin og týsdagin vóru 4. flokkarnir við Løkin á seturskúla í Leirvík.

Foreldur koyrdu børnini til Leirvíkar, har vit gistu í LÍF-húsinum. Síðan gekk leiðin til Norðagøtu, har vit høvdu avtalað við borgarstjóran í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, at hann skuldi vísa okkum runt í nýggja umsitingar byggninginum hjá Eysturkommunu. Ein sera flottur bygningur, har glasið í miðjuni, har man sær niður í ósan og gøtan uppá takið vóru serliga hugtakandi.

Eftir vitjanina fingu øll børnini ein ryggsekk og eitt hálsturriklæði frá kommununi.

Síðan fóru vit ein lítlan túr niðan til Guðrun Malenu, ið er teirra flokkslærari og sum býr í Norðagøtu. Har hugnaðu børnini sær eina løtu áðrenn leiðin gekk oman í Blásastovu og kirkjuna. Her kom Noomi Reinert, lærari, at greiða okkum frá um gomlu bygningarnar í Norðagøtu.

Síðan gekk leiðin aftur til Leirvíkar, har børnini fingu eina fríløtu áðrenn vit fóru at bovla, eta og síðan svimja.

Næmingarnir høvdu ein frálíkan dag, og tá vit komu niðanaftur í LÍF-húsið bleiv bomm sett á borðið og filmur tendraður á stórskíggja. Sum filmurin leið, gjørdust børnini troyttari og troyttari, so fleiri vóru nokk sovnaði áðrenn filmurin var heilt liðugur.

Týsdagin høvdu vit spøl á vøllinum í Leirvík, stikkbólt, fótbólt og rundbólt. 

Eftir at vit høvdu ruddað alt av fóru vit ein stuttan túr oman í Limmilund og oman til forgrevsturin á Toftanesi.

Vit endaðu seturskúlan í bovlinghøllini, har vit fingu okkum pizza.

Ein fantastiskur seturskúli, har veðrið var til vildar og nokk var á skránni.